Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Tónleikur

Í dag byrjar 16. Summar Festivalurin, og í kvøld verður stórfingin Queen fagnaðarkonsert á Vágsbø.

Fyrsta konsertin á ársins Summar Festivali verður í Tjaldinum í kvøld kl. 19.00. Tá fer unga songkvinnan Victoria á Lakjuni at spæla við bólki.

Í kvøld ber eisini til at hoyra Marius Ziska og Grandma’s Basement, sum í ár spæla á stóra palli, Nalja, svensku Elona Planman og Eyðun Nolsøe.

Eitt av útlendsku høvuðsnøvnunum á Summar Festivalinum er bretski bólkurin Killer Queen, sum ferðast kring heimin at halda serligar Queen fagnaðarkonsertir.

Bólkurin er væl umtóktur og spælir sannførandi stóru hittini hjá Queen – millum annað Bohemian Rapsody, We Are The Champions og We Will Rock You.

Konsertirnar á Summar Festivalinum halda fram til kl. 02.00 í nátt.

Seinnapartin kl. 14:00 fer karnivalgonga at seta gongd á Summar Festivalin. Tá fara Silvi, Gula Bamsan, víkingar, dansarar og onnur at ganga skrúðgongu úr Klaksvíksgarðinum og heim í Badmintonhøllina, har Silvaland letur upp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo