Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Útlendis ítróttur

Í kvøld kl. 19.45 bresta Portugal og Niðurlond saman í Nations League finaluni.

Endaspælið í Nations League A hevur verið á skránni hesa vikuna, og mikukvøldið vann verttjóðin Portugal 3-1 á Sveis í aðru hálvfinaluni. Cristiano Ronaldo skjeyt øll trý málini hjá verandi evropameistarunum.

Hóskvøldið vunnu Niðurlond 3-1 á Onglandi eftir longda leiktíð í hinari hálvfinaluni.

Vinnarin av finaluni í kvøld hevur tryggjað sær atgongd til EM endaspælið næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo