Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Meðan myndugleikarnir í Føroyum vísa seg at venda blinda eyga til at útlendingar flyta út fisk veiddur í Føroyum, so er støðan ikki  tann sama í Noregi.

Síðani 1. mai hevur løgreglan í Finnmørkini útskrivað bøtur á hálva millión norskar krónur til útlendskar turistfiskarar sum hava roynt at tikið ov nógv av fiski heim við sær.

Hald er lagt á tilsamans 2,3 tons av fiski í Finnmørkini síðani 1. mai í ár. Bótin ein maður fekk var tilsamans 95.000 norskar krónur.

– Revsingin fyri at taka ov nógvan fisk var herd eftir páskir, og liggur nú á 2000 norskum krónum fyri kilo. Og vit vóna at ein slík krónuupphædd virkar fyribyrgjandi, men higartil síggja vit ikki at smuglingin minkar, sigur Thomas Darell í løgregluøkinum Finnmark við norska miðilin Nettavisen.no.

Higartil í ár hevur tollvaldið lagt hald á 5.473 kilo fiskaflak í Finnmørkini. Umroknað til rundan fisk svarar tað til umleið 20 til 25 tons av toski.

Les eisini:

Er hetta ferðavinnu fiskur?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo