Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Mítt tastatur

Føroysku fjølmiðlarnir hava fleiri ferðir víst á søguna, ið nýggi filmurin, Fågelfangaren, um hjúnini í Gásadali byggir á. Nevnd hava verið bæði nøvn, árstøl og hendingin sjálv.

Tað stendur sjálvandi filmsfólkunum frítt at skriva handrit, ið ikki er beinleiðis í trá við røttu søgugongdina, men tá føroyskir fjølmiðlar ferð eftir ferð nevna hendingina, ið handritið byggir á, umframt nøvn og árstøl, so skal tað helst vera tann rætta søgan.

Maðurin var Joen Johannessen, vanliga nevndur Jógvan við Garð, føddur í 1785. Hann var kongsbóndi, t.v.s., at hann umsat og livdi av jørð, ið danska krúnan átti í Føroyum. Hesin rættur gekk í arv frá faðiri til son.

Kona hansara var Anne Sophie Joensdatter úr Miðvági, fødd í 1805.

Tey áttu eina dóttir, Elsebeth Joensdatter, fødd í 1833, men tey saknaðu ein son at taka við festinum.

Eitt fransaskip hevði sett inn á Sørvág til umvælingar. Anna Sofía gjørdi sær ferð til Sørvágs. Hon tók sær ferð við báti aftur til Gásadals.

Komin út á vágna, bað hon bátsmenninar leggja at fransaskipinum, tí hon hevði ørindi umborð.

Hon steðgaði góða stund á skipinum, og við sær í bátin aftur hevði hon ymsar lutir, m.a. ein vínkagga.

Í 1837, umleið 9 mánaðir eftir hesa hending, átti hon ein son, ið segðist vera gitin umborð á fransaskipinum.

Sonurin kallaðist Johannes Joensen, og var hann valamaður í allar lutir.

Hann tók við Garðsfestinum og var dugnaligur træ- og bátasmiðjur. Hann var giftur og fekk eftirkomarar, men doyði bert 44 ára gamal.

Hví Anna Sofía tók hetta heldur óvanliga stigið, veit eingin við vissu, men onkrar av frásagnunum vilja vera við, at maður hennara var vorðin lívssørur av einum skaða fyri rørarnar.

Onkursvegna má hetta hava verið góðtikið av samtíðini sum eitt neyðugt stig til tess at varðveita rættin til jørðina.

Vínkaggin er enn til skjals.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo