At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Lesarin skrivar

Í summar havi eg súkklað á damusúkkluni hjá dóttrini í allar bygdir og allar átjan oyggjar í Føroyum. Seinastu oyggjarnar vórðu tiknar leygardagin.

Vit bæði súkklan vórðu sigld úr Nesi í Hvalba út í Lítlu Dímun og Stóru Dímun í bátinum hjá Sigurd Gudmundsson á Nesi í Vági.

Skipari var Eyðun Gudmundsson. Stýrimaður og myndafólk var Bárður Hentze.

Málið er rokkið!

Vinaliga við tøkk til øll fitt, eg havi hitt á leiðini!

Høgni Mohr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo