Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Ítróttur

ÍF Føroyar vunnu í dag 4-1 á Sundby Bk á Kløvermarkini.

Við sigrinum í dag hevur ÍF Føroyar tryggjað sær framhaldandi luttøku í Keypmannahavnarseriuni komandi kappingarár.

ÍF Føroyar fluttu upp í Keypmannahavnarseriuna í fjør.

ÍF Føroyar vóru annars aftanfyri 1-0 í hálvleikinum, eftir at Sundby Bk hevði lagt seg á odda í 3. minutti.

Men í seinra hálveiki javnaði Heine Mortensen til 1-1, Teitur Justinussen legði ÍF Føroyar á odda 2-1, meðan Rógvi Poulsen sló sigurin fastan við málum til 3-1 og 4-1.

Hetta var tann seinasti dysturin hjá ÍF Føroyum í hesum kappingarárinum.

Ímóti endanum av dystinum í dag hendi tað serstaka, at Niels Strøm Rødgaard, venjarin hjá ÍF Føroyum, sum fyrr var fastur fúsur í TB-miðverjuni, skifti seg sjálvan inn til nakrar fáar minuttir í brennandi Keypmannahavnarhitanum.

- Tað var bara fyri at fáa tað á CV-ið, at eg havi spælt í Keypmannahavnarseriuni, segði tvørámaðurin við ovurfegna ÍF Føroyar útvarparan eftir dystin á Facebook.

ÍF Føroyar endaðu á einum 11. plássi í Keypmannahavnarseriuni við 29 stigum. 14 lið eru í deildini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo