Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

- At toskurin er við frárenslið frá Havsbrún kundi bent á, at hann leitar eftir føði, sigur Osmund Justinussen, sum er vitandi um allan toskin inni við bryggjuna í Fuglafirði.

- At so nógvur toskur er at fáa inni við land er tað sama sum hendi í 1919, fyri 100 árum síðani, tá fiskurin kom inn á firðir og víkir, og tá var avleiðingin at vit fingu vánalig fiskiár í 1920 og 1921.

- Men um tað sama fer at henda, sum fyri 100 árum síðani, tað vita vit ikki, sigur Osmund Justinussen.

- Hetta sum hendur nú havi eg ikki upplivað fyrr, sigur hann.

Osmund Justinussen nevnur eitt dømi við útróðrarmanni í Leirvík sum setti tríggjar stampar norður úr Grótkastinum og fekk 1500 pund.

Annars sigur Havsbrún seg ikki hava nakað frárensl har sum bátarnir liggja og fiska á myndini.

- Vatnið Havsbrún leiðir út er á streymasjógvi, ein góðan kilometur longur eystri. Harafturat er lítil og eingin framleiðsla á Havsbrún, nú øll skip fiska makrel og sild til uppisjóvarvirkini, sigur stjórin Odd Eliasen, sum hevur sent VP eina rætting.

Les eisini:

Tað sum verið hevur kemur aftur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo