Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

Tá Føroyar hitta Danmark í Aalborg seinni í dag, verður tað við einum føroyingi á mótstøðuliðnum.

Jóhan á Plógv Hansen var ikki við, tá Danmark vann 35-17 á Føroyum í oktober í fjør, men í dag fær hann so høvi til at gera nakað, sum ikki so nógvir føroyingar hava roynt undan honum: nevniliga at spæla ímóti sínum egnu landsmonnum.

- Hetta er ótrúliga specielt. Tað er ikki hvønn dag, man spælir ímóti Føroyum, og tað gleði eg meg óluksáliga nógv til.

- Tá ið eg fekk tilboðið um at spæla fyri Danmark, høvdu ungir føroyskir hondbóltsspælarar ikki so spennandi avbjóðingar sum nú. Tá var einki A-landslið í Føroyum. Kortini iðri eg meg ikki um avgerðina um heldur at spæla fyri Danmark enn Føroyar, segði Jóhan millum annað í samrøðu við Kringvarpið í gjár.

Hoyr samrøðuna her

Dysturin ímillum Danmark og Føroyar byrjar kl. 17.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo