Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Fyri tveimum vikum síðani skrivaðu vit um kursin á partabrævinum hjá Bakkafrost, sum var farin um "all-time-high", tað vil siga tað hægsta, hann nakrantíð hevur verið.

Tá var hann farin um 400 NOK. Men í morgun er hann komin upp á 411 NOK, sum er tað mesta í dag og eisini met, um vit halda okkum til endakursin ein handilsdag.

Partabrævið hjá Bakkafrost er hækkað smá 43% í virði í eitt ár, 18% higartil í ár og góð 27% seinasta mánaðan.

Samlaða virðið á Bakkafrost er nú slakar 20 milliardir norskar krónur sum svarar til stívar 15,3 mia danskar krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo