Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

- Í morgun eru nógv vaknaði til tað man hevur stúrt fyri í nakrar dagar. Vit sum eru verkbannaði av okkara arbeiðsgevara hava fingið útgoldi løn í morgun.  

Soleiðis sigur ein "illur pedagogur", sum vil vera ónevndur, í brævi til VP í morgun.

Verkbannaði pedagogurin sigur seg vera blivnan trektan 60% í løn fyri desember, og tað sum er eftir er langt ífrá nóg nógv bara til føstu útreiðslurnar. 

- So her verður onki eftir til jólainnkeypið, sigur "blóðfátaki pedagogurin sum ikki kann geva børnunum jóladøgurða".

Hann gevur arbeiðsgevarunum alla skuldina:

- Tá bleiv sagt, at stigið at verkbanna bleiv tikið, fyri at fáa gongd í samráðingarnar aftur. Men hetta sum arbeiðsgevararnir í morgun hava givið okkum starvsfólkum í jólagávu vísir, at teir ongantíð hava ætlað at fara aftur til samráðingarborðið.

Føroya Pedagogfelag sigur á heimasíðuni, at tey eru vitandi um trupulleikan við manglandi løn í desember. Limir, sum kunnu vísa á at teir eru trektir í løn, kunnu venda sær til felagið og fáa eitt gávubræv at keypa mat fyri. Freistin fyri at fáa hetta brævið er í dag kl 15.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo