Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Ingolf Olsen løgtingslimur, og limur í vinnunevndini. Hevur á Vágaportalinum grein: ”Allir fiskidagar kunnu brúkast.”

Her kemur hann við svari uppá spurningar, it í M.Ú. ikki hava kunnað fingið váttaðar: Hvørki frá Fiskimálaráðnum ella Vinnunevndini. (Skal tó sigast, Ingolf var ikki á síðsta fundi, vit høvdu við Vinnunevndina).

Vóni tí, at tað Ingolf ber fram, er bindandi fyri samgonguna og Fíggjarmálaráðið.

Fari at loyva mær at seta nakrar spurningar afturat, ið Ingolf kann geva okkum váttandi svar uppá - ið er bindandi fyri politiska meirlutan.

Spurn 1    
Sbr § 23 í uppskotinum, verður pr 1/1 2019. botnfiska bólkarnir ”splittaðir” sundur.

B 2&B 3, skulu fiska, av kvotum.

B 4,B4T&B5, skulu hava fiskidagar.

Sbr. Fylgiskjal síðu 26, er sett niður í smálutir, hvussu stóran % part B2&B3 eiga av botnfiska tilfeinginum á Føroyagrunninum.

Kann Ingolf vátta (við politiska meirlutanum í veð), at bólkarnir B4, B4T&B5, eiga tey %, ið resta í, at koma upp á 100% av tilfeinginum?

Spurn 2
Er tað rætt skilt, um kvotan hjá B2 &B3 av toski (ið er 48%) verður sett til 7200 tons, so er onki kvotuloft fyri bólkarnar B4,B4T&B5, bara teir eiga fiskidagar eftir?

Dømi: 1. sep. hava B2&B3 fiskað síni 7200 tons. Kvotan uppi stopp.

B4,B4T &B5 hava pr. 1. sep. fiskað 7600 tons, men hava 30% av fiskidøgunum eftir.

31/12: B2 &B3 fiskað 7200 tons. B4,B4T &B5 fiskað 10.100 tons.

Spurn 3
Hyggja vit at søguliga býtinum av toski, so síggja vit at síðani B4T var býttur frá fyri 11 árum síðani, hava miðal % fyri toskafiskiskap verið hesi:  B2 19,9%, B3 28,7%, B4 13,2 %, B4T 9,3 % &B5 26,4 %.

Hesi tøl svinga nógv ár um ár. Taka vit avreiðingar sbr Vørn í ár:

Pr.1/1 -  30/9 2017: B2 19%, B3 14%, B4 11% B4T 32% &B5 24%.

Hví er onki miðal % býti fyri Bólk B4, B4T&B5 lagt inn í uppskotið. Er andin í uppskotinum, at hvør sum sterkastur er, fiskar til fiskidagarnir eru uppi?

Spurn 4
Tá kvotan av toski (B2 &B3) hækkar frá 7200 tons upp til 9600 tons, skulu 2400 tons seljast.

Tann, íð er ”clean” kann keypa. Kunnu tey, tær keypt hava, fiska 61% av toskinum við húkabátum í B4 & B5 og 39% við trolbátum í B4T?

Kunnu so hesir bátar fiska keyptu kvotuna fyrst, og goyma resterandi fiskidagarnar?

Spurn 5
Sami spurningur um keyp av uppboðsárskvotu?

Vóni Ingolf kann geva svar, íð er bindandi fyri politiska meirlutan?

Til seinast, kunnu vit rokna við, at tær reglur galda skulu, verða settar í lógina?

v. M.Ú.
Absalon í Buð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo