Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Í teirra ósympatisku og barnsligu fasthaldan við sítt totalt miseydnaða fiska-uppskot, sigst landsstjórnin vid Pouli Michelsen á odda vera farin at sáa mistreysti og beinleiðis lygnir út um nakrar tingmenn, sum skuldu verða fúsir til at lata seg keypa fyri nøkur laksaloyvi í Suðuroy..

Hevði hetta passað, høvdu vit eitt ynkilkigt Berlusconi-samfelag.

Men eftir hvat eg havi kannað og fregnast, er hetta loddrøtt lygn!

Teir baktalaðu tingmenninir standa sum Beinisvørð og lata seg ikki manipulera, hvørki av ministara, "Peri ella Pouli".

So fyribils mugu vit rokna við, at hetta eru sera ónd og álvarsom leysatíðindi ella illa grundaður slatur, sum ikki sømir seg nøkrum politikara ella journalisti at kolportera.

At skuldseta tveir tingmenn fyri at vera slíkar opportunistiskar dólgar, at teir vilja ganga frá síni politisku støðu, hvis teir fáa ein alternativan "bita", sum verður tveittur teimum til ugga afturfyri, er næstan kriminelt og ´moralskt óforsvarligt.

Tað er ónosslig og grov útspilling av hesum tingmonnum, og tað er harafturat  ein ússalig roynd til at gera hesar tingmenn til viljaleysar  nátthúgvur, sum eru hent og korrupt amboð hjá eini kyniskari stjórn.

Er tað so logandi galið, at manipulatiónir um at fáa tingmenn til at prostituera seg sum viljaleysar dukkur, koma frá landsins stjórnarmonnum, hevur Landsstýrið átikið sær rolluna sum ein ótespiligur alfonsur ella ruffari..

Hetta er ein tragedia fyri allan føroyskan politikk, og í meira civiliseraðum londum hevði hetta beinanvegin ført til, at stjórnin legði frá sær!

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo