At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Tiltøk

Stóra innsavningstiltakið hjá Hotel Føroyum, Team Rynkeby Føroyar og Krabbameinsfelagnum setti met í ár.

Tiltakið leygarkvøldið gav 265.000 krónur, sum er eitt sindur meira enn í fjør. Øll, sum luttóku, bæði tey, sum skipaðu fyri, undirhildu við sangi og spæli, gjørdu mat, stóðu fyri tí tøkniliga og serveraðu, gjørdu tað ókeypis.

Harafturat lat Hotel Føroyar bæði mat og drekka og hølir, uttan at nakað fór av peninginum, sum kom inn.

Gallaveitslan á Hotel Føroyum er størsta einstaka tiltak, sum Team Rynkeby er partur av í sambandi við árliga túrin til París, sum verður í juli. Í ár varð útselt, og tað merkir at 240 gestir høvdu keypt bilett.

Peningurin, sum kemur inn, verður allur brúktur til at bøta um korini hjá føroyskum børnum sum verða rakt av krabba og familjur teirra.

Á myndini sæst Alfred Hummeland, liðleiðari hjá Team Rynkeby, taka ímóti innkomna peninginum frá Tummas Láadal frá Hotel Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo