Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Krutl

Pop-up matstovan Insanatorie letur upp aftur í kantinuni í Hoydølum, ella í gamla sanatoriinum.

Men hetta verður helst fyri seinastu ferð, boðar Leif Sørensen frá.
 
Í fjør var opið í 20 dagar, og 1218 gestir vitjaðu matstovuna.
 
Í ár verður bara opið í 14 dagar, frá 5-27 juli, men stongt sunnudag, mánadag og týsdag.
 
Opið verður eisini á døgurða til eina lætta 2 rættaða menu, mikudag, hósdag og fríggjadag. Opið verður tá frá 11.30-13.30.

Tað er ikki møguligt at bíleggja borð á middegi.
 
Kvøldið verður í sama anda sum í fjør. Matskráin er einføld, og samansett so flest kunnu eta hana.
 
Vínini eru tvey biodynamisk og tvey náttúrvín. Møguleiki er eisini at fáa djúsmenu til matin, sigur ein av okkara frægu kokkum, Leif Sørensen, sum stendur aftanfyri tiltakið saman við øðrum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo