Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Mynd: Bjarni Enghamar, Intersport Summar Cup / B36

Sí myndir her

Í vikuskiftinum var sætta útgávan av Intersport Summar Cup 2019 á skránni. 103 lið tóku lut í kappingini og ikki færri enn enn 240 dystir vóru avgreiddir í Gundadali og á Hoyvíksvøllinum leygardagin og sunnudagin.

Í teimum 240 dystinum vóru samanlagt skoraði 1395 mál, ið gevur eitt miðal á 5,8 mál pr. dyst, tí kann ikki sigast annað enn, at kappingin var sera málrík.

- Kappingin gekk sum heild sera væl, siga fyriskipararnir úr B36. Lagt verður aftrat, at serliga kappingarskipanina hjá teimum yngri hevur verið ein avbjóðing undanfarnu ár, men í ár vóru nakrar broytingar gjørdar, ið eydnaðist væl, og tí gekk kappingin nógv betur.

Tað vóru ikki bert føroysk lið, ið tóku lut í kappingini. Danska felagið B1903 (ið er partur av FC København) luttóku við tveimum liðum hjá U13 dreingjum, meðan Racing Club de Montevideo úr Uruguay tóku lut í kappingini hjá U15 dreingjum.

Tað vóru tó føroysku liðini, ið endaði við gullinum í øllum aldursbólkum, meðan eina liðið hjá B1903 vann bronsu í U13 og Racing Club de Montevideo vann silvur í U15 kappingini hjá dreingjum.

- Tað er allarhelst ongin ivi um, at Intersport Summar Cup er komi fyri at vera, siga fyriskipararnir at enda, og vísa á, at dato fyri Intersport Summar Cup 2020 er longu ásett og tað verður 4. og 5. juli 2020.

Úrslit og yvirlit yvir vinnarar er at finna her: trýst her

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo