Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Intersport Summar Cup: Í dag var ein søguligur dagur fyri Intersport Summar Cup, tí klokkan 13:40 komu umleið 35 gentur og dreingir úr Herfølge Boldklub, ið fara at luttaka í Intersport Summar Cup. Hetta eru fyrstu útlendsku liðini, ið koma higar til altjóða fótbóltskappingina, ið B36 skipar fyri.

- U14 dreingirnir hjá okkum vitjaðu í fjør í Klaksvík. Hesin túrurin var eitt frálíkt upplivilsi hjá dreingjunum, tí valdu vit eina kapping í Føroyum, sigur Flemming Andersen, ferðaleiðari hjá Herfølge Boldklub.

Hann leggur afturat, at orsøkin til, at Herfølge Boldklub hevur slíkt tilknýti til Føroyar er sjálvsagt Jákup Mikkelsen, ið er ein legenda í teirra felag, har hann var við til at tryggja teimum DM í 2000.

U13 liðini hjá B36 og Herfølge Boldklub hava leikt vinardystir í Hoyvík i kvøld og her vann B36 allar tríggjar dysturnar. Tvey U13 dreingja lið og eitt U13 gentu lið eru komin hendan vegin frá Herfølge Boldklub.

- Tað er fantastiskt, at útlensk lið ynskja koma hendavegin og luttaka í okkara kapping, sigur Andrass Thomsen, høvuðsfyriskipari í einari stuttari viðmerking. Hann leggur afturat, at eitt av málunum frá byrjan var at fáa útlensk lið at luttaka.

Herfølge Boldklub er tó ikki einasta útlendska liðið, ið luttekur, tí í morgin koma tvey U15 lið frá norska felagnum SK Haugar til Føroyar.

Intersport Summar Cup 2018 verður á skránni leygardagin og sunnudagin 7. og 8. juli 2018. Leikt verður bæði í Gundadali, Tórsvølli, Argjum og Hoyvík. Alt í alt er talan um 296 dystir!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo