Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

Í dag komu boðini um, at IOC hevur gjørt av ikki at útihýsa russisku ítróttarfólkunum kollektivt frá Olympisku summarleikunum í Rio.

Í einum tíðindaskrivi sigur IOC at tað er upp til alheims sersambondini at taka avgerð um ítróttarligu lagnuna hjá OL ítróttarfólkunum.

- Hetta hevur verið ein hørð avgerð. Vit máttu viga kollektivu straffina saman við metanini um tað einstaka ítróttarfólki. Vit hava tikið avgerð um, at tað skal metast einsæris um hvørt ítróttarfólki, fyri at gera av um tey sleppa við til leikirnar ella ikki. Og hetta er upp til tey einkultu sersambondini at taka avgerð um, sigur IOC forsetin, Thomas Bach, á tíðindafundi í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo