Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Iran vil ikki longur ganga undir fleiri av treytunum í kjarnorkuavtaluni frá 2015, upplýsir forsætisráðharrin, Hassan Rouhani. Hann hevur sent fráboðan til hinar partarnar í avtaluni, Stórabretland, Frankaríki, Týskland, Kina og Russland.

Við avtaluni bant Iran seg til at avmarka framleiðsluna av ríkaðum urani. Afturfyri vóru nógv av búskaparligu tiltøkunum ímóti Iran ógildað.

Tað er júst eitt ár síðani amerikanski forsetin, Donald Trump, tók USA úr avtaluni. Og síðani tað hevur USA sett fleiri av búskaparligu tiltøkunum ímóti Iran í verk aftur.

Hassan Rouhani sigur í brævinum til londini, sum framvegis eru partur av avtaluni, at tey og restin av heiminum neyvan hevur nakran áhuga í, at onki verður av avtaluni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo