Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Onnur tíðindi

Tað er CNN sum ber tíðindini frá tilsamans fýra ymiskum keldum í amerikansku umsitingini. Har skulu tey hava videomyndir sum týðuliga vísa, at fólk frá Iran taka eina minu av skipinum Kokuka Courageous, eftir sprongingina ígjár. Tann eina minan brast ikki, og mátti tí fáast burtur, tí hon var prógv ímóti Iran.

Uttanríkisráðharrin Mike Pompeo (myndin) hevur frammanundan sagt, at tað í hansara verð als ongin ivi er um, at Iran stóð aftanfyri atsóknirnar.

Eisini Saudia Arabia hevur sagt seg hava prógv fyri, at tað var Iran sum í gjár stóð aftanfyri álopini á tey bæði tangaskipini útfyri Oman.

Iran hevur kortini víst øllum ákærum aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo