Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Frá mánadegnum 28. august hevur IRF gjørt fleiri broytingar, nær húsarhaldsburturkastið verður savnað inn.

Nakrar av høvuðsbroytingunum eru, at nú verða posar á Toftum, á Nesi og í Saltnesi heintaðir týsdag, í Gøtu og í Leirvík mikudag, og frá nú av verða allir posar í Klaksvík heintaðir hósdag.

Broytingar eru eisini gjørdar í nógvum smærri bygdum í Vágum, í Streymoy, í Eysturoy og í Norðoyggjum.

Sí allar broytingar á irf.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo