At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Vinna

IRF: Av tekniskum breki á ketlinum hjá IRF, tekur IRF ikki ímóti burturkasti í morgin, 6 nov. frá Meðinøkinum, Sandoynni og Suðuroynni. Tó vera húsarhaldsposarnir heintaðir.

Tað er tann gamli ketilin, sum verður skiftur út í  februar 2018, sum støðugt gevur IRF rakstrar trupulleikar. Hesuferð er talan um fleiri minni lekar, sum menn hava arbeitt uppá at sveisa í vikuskiftinum.

- Vit vóna at umvælingararbeiðið verður liðugt mánadagin, so vit fáa starta ovnin uppaftur sum skjótast, sigur IRF.

IRF arbeiðir við at fáa eina ballingarmaskinu til Brennistøðina at ballað ruskið, so vit á tann hátt fáa tikið ímóti ruski, tá støðin liggur still og tá Brennistøðin ikki megnar at brenna undan. Eftir ætlan fer IRF at taka ruskballingar maskinuna í nýtslu í komandi viku, tá maskinan kemur til landið, sigur IRF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo