Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Irish Pub í Føroyum er partur av altjóða felagnum Irish Pub Global, og saman við fleiri enn 2800 írskum pubbum kring allan heimin, er endamáli at hjúkla um serstaka írska umhvørvi og gestablídni, sum vit kenna tað frá írsku pubbunum.

Níggjunda árið á rað verður skipað fyri stórslignum tiltakið; The 2019 Irish Hospitality Global Awards  har eigarar og stuðlar hava møguleika at hittast og røkja felags áhugan at reka eina írksa pub.

Í ár verður tiltakið týsdagin 8 oktober í The Mason House í Dublin.

Partur av tiltakinum er at at heiðra útnevndum pubbum, útnevningarnar fevna um bestu upplivingarnar millum annað við mati, drekka, írksa umhvørvi, tónleiki, kokki o.s.fr. tað eru 10 bólkingar tilsamans.
Landafrøðiliga eru pubbirnir skildir sundur í pubbir í Írlandi; Europa; Amerika; Afirka;  Asia, Afrika, Miðeystur og londini í Stillahavinum.

Irish Pub á Skálatrøð í Havn luttekur í ár í millum írskar pubbir í Europa. Í sínum bólki er Irish Pub við í útnevningunum fyri: Besta kokk, bestu tónleik, pub quiz, fótbólt, og undirhald sum heild.

Tað er við stórum spenningi at umboð fyri Irish Pub fara av landinum sunnudagin.

Her er ein partur av yvirlitinum,  hvørjir aðrir pubbir eru við í báðum út nevningunum:

Best Chef
W.B. Yeats, London
Connolly’s, Glasgow
O’Shea’s, Manchester
Temple Bar, Bolzano
Vertigo B5, Germany
Irish Pub Faroese
O’Casey’s, The Hague
O’Shea’s, Eindhoven
Scholar’s Lounge, Rome
The Shamrock, Lecco

Best Entertainment Experience
Dropkick Murphy’s, Edinburgh
McNulty’s, La Rochelle
Irish Pub Faroese
Vertigo B5, Germany
Connemara Irish Pub, Bordeaux
WB Yeats, London
Jameson Distillery Pub, Cologne
The Shamrock, Benidorm
Scholars Lounge, Rome
The Swan, Stockwell

Leinkja til tiltakið: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo