Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

At kalla allur tann íslendski uppsjóvarflotin er undir Føroyum og fiskar svartkjaft í løtuni, sigur íslendska ríkisútvarpið. Tey skipini sum ikki fiska eru á veg inn at landa ella liggja og landa, verður sagt. Einir 8 trolarar eru í føroyskum sjógvi sunnanfyri, og einir fýra landa.

Teir vænta at eini 130.000 tons longu eru komin uppá land, og íslendingar eru sera fegnir um, at tað gongur so væl, tí fiskiskapurin eftir lodnu hevur svikið hjá teimum í ár.

Bergur Einarsson, sum er skipari á Hoffelli úr Fáskrúðsfirði á eysturlandinum sigur, at tað gekk eitt sindur strilti at fáa uppí í byrjanini, men nú gongur betur.

- Tað ger sera stóran mun hjá okkum at sleppa at fiska svartkjaft, tí lodnan sveik, sigur hann. Fleiri eru samdir við honum, men lodnan plagar at vera álitið hjá íslendingum, leggur ríkisútvarpið afturat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo