Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Tiltøk

Íslensk manskór eru væl umtókt í Føroyum. Og hvítusunnudag 9. juni kl. 16 fer Karlakórið KFUM úr Reykjavík at hava konsert í Hoyvíkar kirkju.

Kórið varð stovnað í 2009 og syngur ymiskt íslendskt og útlendskt tilfar. Kórleiðarin er Laufey G. Geirlaugsdóttir og Bjarni Gunnarsson hevur klaverfylgispælið.

Á føroyaferðini verða tey umleið 80 fólk, tí makarnir koma eisini við til Føroya. Tey siga, at tey gleða seg sera nógv til vitjanina.

Slagorðið hjá kórinum er fyrsta ørindi í Sálmi 149 hjá Dávidi:

Halleluja; Syngið Harranum nýggjan song, lov hans í samkomu dýrkara hans!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo