Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Sambært keldum hjá fotbolti.net hevur fyrrverandi NSÍ-venjarin Guðjón Þórðarson verið til samrøðu hjá FSF um at gerast nýggjur landsliðsvenjari hjá Føroyum.

Fyrrverandi málverjin á A-landsliðnum, Jens Martin Knudsen hevur áður sagt, at íslendski venjarin átti at verðið settur í starvið, skrivar bolt.fo.

Jens Martin var hjálparvenjari hjá Guðjón í NSÍ í ár.

Bolt.fo skrivar eisini, at tað hevur verið alment kent leingi, at Guðjón Þórðarson hevur søkt starvið sum føroyskur landsliðsvenjari.

64 ára gamli Þórðarson leiddi NSÍ til eitt 3. pláss í landskappingini í ár. Hann hevur áður vant Ísland og Stoke City.

FSF fer væntandi at almannakunngera nýggja venjaran hjá Føroyum fyri jól ella tíðliga næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo