Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Krutl

Miðal livialdurin í Italia er 83 ár, og íbúgvarnir í lítlu fiskivinnubygdini nærhendis Napoli har suðri í Italia gera sítt til at hála hann uppeftir.

Av umleið 2.000 íbúgvum eru eini 300 blivin 100 ár ella meira. Bygdin er kend fyri at hjarta og æðra sjúkur eru sera óvanligar og sama er við Alzheimers sjúkuni.

Nærliggjandi er at hugsa, at tað eru ílegurnar hjá íbúgvunum sum hava æruna fyri, at so er, men eisini kosturin man gera sítt, verður mett.

Tey eta nógv av fiski, frukt, grønmeti, korni, nøtum og olivenolju, men tað sum granskarar serliga ætla at kanna er, um kryddaraurtir so sum rósmarin eisini hevur ein fingur við í spælinum, skrivar Science Alert.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo