Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Svanur, sum er ítróttarfelag fyri menningartarnað í Eysturoy, tekur nú enn eitt stig, fyri at økja um virksemið í felagnum.

“Frá í heyst verður svimjing ein fastur partur av venjingarskránni hjá okkum,” sigur Hendrik Olsen, nevndarformaður í Svani. Higartil hevur felagið havt ítróttargreinarnar boccia og fótbólt, og arbeitt verður støðugt við at kunna bjóða fleiri ítróttargreinar.

“Vit kundu hugsað okkum, at tað gekk skjótari við at fáa aðrar ítróttargreinar upp at standa, men vit muga bara ásanna, at hetta tekur tíð,” sigur Hendrik Olsen. Nevndin í Svani leggur stóran dent á, at venjingarnar sum eru, skulu vera væl skipaðar við føstum tíðum og venjarum.

“Hetta er neyðugt, tá talan er um íðkarar, sum eru menningartarnaðir,” sigur Hendrik Olsen.

Komandi vetur fer felagið at skipa fyri regluligari svimjing í Leirvík og møguliga eisini á Toftum. Enn er ikki endaliga avgjørt, hvør fer at venja svimjararnar, men felagið hevur samband við tveir royndar venjarar. Nærri verður lýst seinni á heimasíðu felagsins (www.svanur.fo), nær venjingarnar verða.

120 limir eru í svani. Av teimum eru 50 aktivir íðkarar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo