Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Góðan dagin øll somul og hjartaliga vælkomin til hetta vinnutiltakið í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju um talgilda íverksetan.

Fortreytin fyri fjølbroyttum vinnulívi eru góðir karmar, og at vinnurekandi kunnu menna og økja um sítt virksemi. Skal ein politisk leiðsla saman við eini kommunalari umsiting tryggja hesar karmar, so er eitt neyvt samskifti millum vinnu og kommunu neyðugt.

Tað merkir, at kommunan í samráð við vinnuna veitir góðar atkomumøguleikar til handils- og vinnulív, hollar og skjótar málsviðgerðir, og at kommunan er viðspælari at birta undir skapandi og nýggjar vinnur.

Í dag fáa vit høvi at hoyra fyrilestur við Ben Legg, sum hevur stóra vitan um talgilda marknaðarførslu. Harumframt verða fleiri stuttar, spennandi framløgur við føroyskum íverksetarum.

Her í Sjóvinnuhúsinum knýta vit vinnu, útbúgving og gransking saman. Her húsast Fróðskaparsetrið og vinnan undir somu lon saman við Hugskotinum. Og hetta hevur verið júst eitt av málunum, sum vit settu okkum fyri at røkka.

Vit síggja hvønn tann einasta dag, at umhvørvið her í Sjóvinnuhúsinum flytur Føroyar fram á leið.

Seinastu vikurnar hava Hugskotið og Tórshavnar kommuna skipað fyri einum díkjara-skeiði í íverksetan við heitinum “Talgilda tín bý”. Talan er um eitt tiltak fyri íverksetarar og smærri fyritøkur. Her er ferð sett á at menna verkætlanir hjá íverksetarum í sjey vikur. Níggju verkætlanir hava tikið lut í átakinum at talgilda okkara bý. Og í dag sleppa vit at hoyra spennandi framløgur – vit fáa innlit í tað, íverksetararnir hava arbeitt við seinastu vikurnar.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo