Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Jólabryggið 2019 frá Føroya Bjór er bryggjað og fæst til keyps fríggjadagin 1. november.

 

Bryggjarar frá Føroya Bjór siga,  at nógv er gjørt burtur úr góðsku og samanseting av rávørum til ársins jólabryggj.

Sera góð skotsmál eru longu givin frá serfrøðingum heima og uttanlanda, ið hava smakkað Jólabryggið.

Jólabryggið hóskar serliga væl afturvið øllum jólamati sum røstum kjøti, gás, fleska- og oksasteik.

Jólabryggj fæst til keypst í sølubúðunum kring landið.

Sum siðvenja er, fara fleiri skeinkistøð í Føroyum at halda J-dagin.

 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo