Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Vit mugu koma víðari í Ríkisfelagsskapinum, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen í áhugaverdari grein herfyri.

Ja, eg eri púra samdur við tær í hesum sjónarmiði og staðfesting.

Og tað er Sambandsflokkurin, sum skal menna Ríkisfelagsskapin og ikki tey, sum vilja avtaka hann og loysa.

Tørvur á menning í Ríkisfelagsskapinum
Ein menning av Ríkisfelagsskapinum krevur, at vit í ávísum førum hyggja út um hann, av tí, at okkara mentan og siðaarvur ikki altíð sampakkar við tann, sum er í Ríkisfelagskapinum.

Vit skulu hyggja fram og ikki føra politikk afturlítandi ella arbeiða politiskt út frá, hvat vit gjørdu í fortíðini - tað er fortíð og kann grundleggjandi ikki brúkast í dag og í framtíðini.

Vit tosa um framtíðina hjá okkara fantastiska landi og tí fólki, sum her skal virka og liva, eisini um 10-30-50 ár.

Og framburður kemur ikki av sær sjálvum ella við passiviteti - og við at leggja seg undir skjúrtuvelið á øðrum.

Vit tosa ikki um loysing, men um eina nútímansgerð, har vit tillaga Ríkissfelagskapin til dagin í dag og framtíðina.

Kaj Leo Holm Johannesen spísskandidatur til fólkatingsval
Tú fært mín fulla stuðul Kaj Leo sum valevni hjá okkum í Suðurstreymoy til eitt komandi fólkatingsval.

Sum fyrrverandi løgmaður og floksformaður hevur tú politisku royndirnar, fram um nakran annan, at umboða okkara land á Danatingi.

Við tær hevur veljarafelagið í Suðurstreymoy, Føroya Væl, ein fólksligan, dámligan og royndan politikara, sum okkara spísskandidat til eitt komandi fólkatingsval.

Annfinn Brekkstein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo