Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Vit eiga sjálvsagt at seta størri fokus á, hvussu føroyska samfelagið best møguligt kann minka um útlátið av veðurlagsgassi (CO2) frá olju til grønari orkukeldur næstu árini.

Men tað er týdningarmikið, at umhvørvið ikki verður misnýtt politiskt til at leggja fleiri gjøld á okkum borgarar og vinnuna.

Sporini ræða frá nú fráfarandi vinstrasamgongu, sum ikki himpraðist at taka munandi fleiri gjøld frá okkara borgarum og vinnuni, fyri at fíggja tann ovurhondsstóra útreiðsluvøksturin.

Tað liggur tíverri til hesar vinstraflokkar at senda rokningina fyri almenna útreiðslugildið til vinnuna og okkum borgarar, heldur enn at skipa tann almenna geiran enn betur og meira effektivan, eisini við at tora at tolma útreiðsluvøksturin.

Tí kann lættliga hugsast at enn fleiri gjøld fara at koma á okkum øll, eisini í við spjaldaramerkinum ”umhvørvisgjøld”, um vinstrasamgongan sleppur at halda fram eftir valið.

Hetta vil tyngja privata húsarhaldið og kappingarførið hjá vinnuni.

Eg trúgvi ikki, at rætta leiðin at minka um umhvørvisdálkingina, eru avgjøld og tvingsil frá almennari síðu.

Heldur eiga vit at halda áfram og víðka um sokallaðu ”eyggjanarskipanir”, sum gera tað bíligari hjá borgarum at leggja um frá oljunýtslu til grøna orku.

Skipanir við mvg-frítøku av grønari orkunýtslu til privata húsarhaldið eiga tískil at halda fram.

Á vinnuøkinum er tað serliga okkara skipafloti, sum stendur fyri stórum parti av CO2 útlátinum í samfelagnum.

Her er neyðugt at álit aftur fæst á politisku skipanina frá fiskivinnuni, soleiðis at fiskivinnan við tryggum og langtíðarkørmum torir at gera íløgur í nýggj og meira orkuvinarlig skip.

Fólkaflokkurin og eg ynskja at arbeiða ítøkiliga við at betra um umhørvið í Føroyum og vilja seta út í kortið ein skilagóðan umhvørvispolitikk, sum flytur Føroyska samfelagið munandi framá leið næstu 4 árini.

Birgir Nielsen
valevni hjá fólkaflokkinum til løgtingsvalið

- Vilji og dirvi til broytingar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo