Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Politikkur

Fólkaflokkurin: - Fólkaflokkurin rópar ikki harðast um tjóðarfrælsi, men kortini eru vit tann flokkurin, sum hevur flutt Føroyar einamest á frælsisleið, tí Fólkaflokkurin fer altíð eftir praktiskum loysnum á ítøkiligum málum.

- Tí kann føroyski veljarin vera vísur í, at eitt fólkafloksumboð á Fólkatingi fer at arbeiða hart fyri føroyskum áhugamálum og verður ein longdur armur hjá føroysku stjórnini, ið fer at ávirka danskar politikarar og slóða fyri smidligum loysnum, sigur Jákup Mikkelsen, valevni Fólkafloksins til fólkatingsvalið.

Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum er ein av okkara royndu politikarum, sum tí hevur hollan kunnleika til politiska arbeiðið, og hann er eitt av valevnum floksins til fólkatingsvalið.

Praktiskan politikk og ítøkiligar loysnir
- Eg eri fegin um høvið til eisini at stilla upp fyri Fólkaflokkin til Fólkatingsvalið, tí sum flokkur hava vit fleiri ferðir víst í verki, at vit megna at finna ítøkiligar loysnir til frama fyri føroyska samfelagið – eisini á Fólkatingi.

- Fáa vit møguleikan, so fer Fólkaflokkurin ikki niður í Fólkatingið at reka partapolitikk, tí hann eigur og skal rekast her heima í Føroyum, í Føroya Løgtingi.

- Uppgávan hjá fólkatingsumboðunum er hinvegin at vera ein forlongdur armur og umboð fyri føroysku tjóðina, løgting og landsstýri, sum slóðar fyri og viðvirkar til praktiskar loysnir, ið gagna føroyska samfelagnum, og her hevur søgan víst, at eingin megnar hetta betur enn eitt føroyskt fólkatingsumboðm, staðfestir Jákup Mikkelsen.

Tíðin er komin at yvirtaka føroyska luftrúmið
- Fólkaflokkurin hevði ein sentralan leiklut, bæði tá ið tann altavgerandi bankapakkin varð avtalaður við donsku stjórnina í kreppuni í 90’árunum, og tá ið vit føroyingar yvirtóku rættindini til føroysku undirgrundina frá dønum.

- Slíkt er rættur fólkaflokspolitikkur, og nú er tíðin komin til at taka enn eitt stig á somu leið, har eitt føroyskt fólkafloksumboð á Fólkatingi kann gera sín part í góðum samstarvi við føroysku stjórnina, sigur Jákup Mikkelsen.

- Tíðin er nú komin, at Føroyar yvirtaka rættin og umsitingina av føroyska loftrúminum, sum framvegis er á donskum hondum. Hetta er eitt av málsøkjunum, sum eisini búskaparliga er skilagott at taka heim til Føroya, tí henda yvirtøka inniheldur bæði nakrar ábyrgdir og útreiðslur, men eisini inntøkur av flogferðsluni, sum er nógv í føroyska loftrúminum.

- Við at yvirtaka føroyska loftrúmið og taka umsitingina av tí heim til Føroya, flyta vit bæði tilhoyrandi inntøkur og nýtt virksemi, know-how og størv á flogferðsluøkinum til landið. Tí megi eg, at ein slík yvirtøka nú liggur til høgrabeinið at fremja.

- Hetta er bert eitt av fleiri ítøkiligum málum, sum Fólkaflokkurin er tilreiðar at arbeiða fyri, um vit fáa álit veljarans til ein fólkatingssess, sigur Jákup Mikkelsen, sum stillar upp fyri Fólkaflokkin til fólkatingsvalið, ið verður grundlógardagin 5. juni 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo