Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Nú stríðsval er um formanssessin í Føroya Fiskimannafelag ímillum sitandi formann, Jan Højgaard og Axel Hansen, stjórnarlim í Føroya Fiskimannafelag, kenni eg meg noyddan at koma við onkrum viðmerkingum til grein í Norðlýsinum 14.12.2018.

At Jan vágar sær at brúka veiðiloyvini sum valagn, kann eg ikki lata standa ósvarað.

Axel og eg báðir sótu í hoyringsbólki fyri FF í samband við FNS. Eftirfylgjandi vóru vit saman við formanninum í FF fleiri ferðir á fundi í Fiskimálaráðnum. Seinasti hoyringsfundur var dagin fyri, uppskotið fór í tingið til 3. viðgerð. Vit vóru síðstir í røðini og høvdu tískil tíðina fyri okkum.  

Vit stríddust sum úlvar á skóg fyri at varðveita veiðiloyvini, Axel og eg báðir. Jan segði ikki eitt orð; hann visti slett ikki, hvussu umfatandi hetta var. Vit sótu í fýra tímar og argumenteraðu ímóti løgfrøðini í FMR við tí úrsliti, at Høgni Hoydal setti løgfrøðina í Løgtinginum at kanna málið. Tað vísti seg, at vit høvdu rætt, men málið bleiv kortini samtykt við 3. viðgerð.

Nú er støðan ein onnur. Vit skulu til sáttmálasamráðingar aftur við teirri broyting, at nú eru ongi veiðiloyvi, og hurðarnar til heimin hjá strámonnum standa víðopnar. Tað er fyrsta bakkast í FNS, vit sum fakfeløg skulu fyrihalda okkum til.

Eftirfylgjandi koma menningarkvoturnar og uppboðssølan. Alt hetta, og meira afturat, skuldu vit hava í huga til komandi samráðingar. Lógarkravda eftirlønin var eitt, vit við vissu hildu okkum kunna fáa uppá pláss. Vit høvdu nú øll kortini á hondini til komandi samráðingar.

Føroya Fiskimannafelag hevði ongan undirskrivaðan sáttmála við ársbyrjan, tá nýggja lógin um sjófeingi kom í gildi.

Sáttmálin hjá Føroya Fiskimannafelag gekk út 1. apríl í 2017.

Orsakað av, at ongin visti, hvat fór at henda við gjøldum av øllum handa slag, noktaðu reiðararnir at koma til samráðingarborðið. Væl skilligt.

Vit slerdu okkum til tols við at blíva avroknaðir eftir undanfarna sáttmála, til nýggja lógin um sjófeingi kom í gildi.

Tá so nýggja lógin um Sjófeingi kom í gildi 1.1.2018, ynsktu vit at fáa reiðararnar til samráðingarborðið. Axel og eg báðir høvdu tá eisini forlangað, at vit skuldi vera við til samráðingarnar. Hetta tí Jan Højgaard, formaðurin í felagnum, enn ikki hevði skilt álvaran í tí heila. Reiðararnir komu ikki til samráðingarborðið. Tað leikaði mangan hart á. Hini bæði manningarfeløgini skrivaðu undir ein sáttmála.

Tað gera tey sum oftast við tí servitutti, at fær FF nakað, so skulu tey hava tað sama, men tað gongur tíverri bara annan vegin.

Tað var stór ósemja í FF. Axel og eg noktaðu blankt at skriva undir nakran sáttmála uttan samráðingar.

Tann eina svartkjaftatúrin ringir Jan Højgaard umborð og fortelur mær, at hann fór at skriva undir sáttmálan, tað vil siga leingja hann. Eg má siga sum er, eg bleiv púra paff, men spurdi hvat F.... hann hugsaði fyri sær??....Eg fekk bara tað til svar, at tað kundi gera tað sama, hvat eg og Axel søgdu, tí teir vóru 5 fyri og vit bara 2 ímóti.

Eg skal virða demokratiið, men fari at brúka sama demokratiska rætt til at siga mína meining.

Eg havi fleiri ferðir síðan spurt Jan, hvat tað var, sum fekk hann at skriva undir, tá hvørki eftirløn ella nakað var komið uppá pláss. Eg havi enn onki svar fingið.

Hetta er ikki nakað álop á Jan, men fyri at verja føroyska fiskimannin.

Eg fari tí at heita á tykkum, sum velja, at velja Axel Hansen

Mortan Berjastein,
sjómaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo