Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King
Vinna

- Hetta er størsta álop á verkamannin síðani heimastýrislógin kom, sigur formaðurin í Fiskimannafelagnum í sambandi við at manningarnar á pelagisku skipunum og Barentshavinum, har keypt hevur verið á uppboðssølu, bert verða avroknaðar fyri ein lítlan part av samlaða søluvirðinum.

- Og hetta tí at landið leggur hald á tað mesta, sigur Jan Højgaard.

- Fiskiráðharrin verjur reiðaran, so hann kann senda rokningina av uppboðssølunum til manningina.

- Til dømis var manning á pelagiskum skipi avroknað av 1,50, ístaðin fyri av 8 krónum kilo, vísur Jan Højgaard á.

Fiskimannafelagið hevur eitt mál í Gerðarrættinum, tí arbeitt verður fyri at manningin ikki skal ávirkast av uppboðssøluni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo