Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Jarðarferðin hjá Cliff Barrows verður stroymað á netinum kl.15.30 føroyska tíð.

Adressan á netinum er: BILLYGRAHAM.ORG/CLIFFBARROWS

Ein av høvuðstalarunum undir jarðarferðini verður John Munro, sum er væl kendur í Føroyum, og giftur føroyskari konu, Gudny Gunnarson. Bill Gaiter Vocal Band kemur at syngja undir jarðarferðini.

Jarðarferðargudstænastan verður hildin á BILLY GRAHAM LIBRARY í Charlotte, North Carolina. Cliff verður grivin á gravstaðnum, sum er avsett á økinum við Billy Graham Library. Kona Billy Graham, Ruth, og fyrra kona Cliff, Billie, eru báðar jarðaðar har.

Cliff andaðist týsdagin 15. november eftir eina styttri sjúkralegu á Carolinas Medical Center 93 ára gamal.

Cliff og Billy Graham møttust fyrstu ferð í 1945. Tað bleiv eitt samstarv í tænastu evangeliums í meira enn 70 ár. Cliff kom at hava ábyrgdina av møtileiðsluni, var tónleika- og programleiðari, kórleiðari og leiddi felagssangin, samstundis sum hann eisini var samskipari og vertur í vikuligu radiosendingini, sum kallast Hour of Decision, har hann var vertur til fyri heilt stuttum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo