Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Onnur tíðindi

- Tað er ongin orsøk at leika so í um hitalagið økist - tað hevur tað gjørt fyrr, og alt spældi væl av.

Tað er ein niðurstøða sum geologurin, jarðfrøðingurin Jens Morten Hansen ger í grein í Kristeligt Dagblad.

Hann vísir serliga til fleiri uppáhald frá politikarum uppundir fólkatingsvalið og eisini fleiri tíðindi sum vórðu víðariborin av vanliga seriøsum miðlum. Nógv av tí, sambært honum, leysir og illa undirbygdir pástandir og viðhvørt beinleiðis misskiljingar.

- Tær broytingarnar, sum vit uppliva nú, hava verið áður, og hvørki heimurin ella mannaættin gekk til grundar, sigur Jens Morten Hansen, sum er fyrrverandi stjóri í danska Granskingarstýrinum, statsgeologur og í dag adjungeraður professari, í greinini.

Les hana her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo