Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Í farnu viku komu svar uppá fleiri umsóknir um stuðul frá ES-skránni Horizon 2020. Í hesum umfarinum varð stuðul játtaður til tvær verkætlanir við føroyskari luttøku.

Onnur játtanin er latin frá skránni, kallað SME Instrument fasa 1, til eina fyritøku. Játtanin er uppá 50.000 evrur, sum svarar til góðar 370.000 kr.

Hin játtanin er væl størri, til eina verkætlan kallað AquaVitae.

Í stuttum er endamálið við AquaVitae verkætlanini at økja um aliframleiðsluna í og kring Atlantshav á burðardyggan hátt við at fara undir at ala nýggj og minni gagnnýtt fiska- og tarasløg og við at bøta um framleiðsluna í verandi alivinnu.  Í AquaVitae fer at verða arbeitt við taraaling, aling við fleiri sløgum á sama stað, framleiðslu av ryggleysum djórum, umframt skeljadjórum og fiskum, sum longu verða ald í dag.

Tað eru 37 partar við í verkætlanini úr londum kring alt Atlantshavið, tvs. bæði Evropa, Afrika, Suður- og Norður Amerika. Nofima úr Noregi eru samskipari av verkætlanini. Úr Føroyum eru Fiskaaling og Ocean Rainforest við sum stuðulsmóttakarar. Harumframt er Luna við í einum vinnuligum fylgibólki, uttan at fáa beinleiðis játtan.

Samlaða játtanin til verkætlanina er 8 mió. evrur. Parturin hjá Fiskaaling er 151.790 evrur og hjá Ocean Rainforest 179.951 evrur, tað eru knappar 2,5 mió. kr. tilsamans. Harafturat eru játtaðar 276.030 evrur til Syntesa aps, sum er danska deildin hjá sp/f Syntesa. Hetta svarar til umleið 2 mió. kr.

Um Horizon 2020

Horizon 2020 er skrá hjá Evropasamveldinum fyri árini 2014 – 2020, og fevnir um stuðul til gransking, menning av nýggjari tøkni og nýskapan. Stórur dentur verður lagdur á at menna samstarv millum granskarar og vinnulívsfólk. Brýr skulu byggjast millum gransking, nýskapan og framleiðslu. Málið er at skapa vøkstur og nýggj arbeiðspláss, umframt at loysa tær avbjóðingar, sum eru fyri framman.

Føroyar hava avtalu við ES um atlimaskap í Horizon 2020. Hetta merkir, at føroyskir granskarar og fyritøkur kunnu søkja stuðul til gransking og nýskapan og kunnu luttaka verkætlanum á jøvnum føti við granskarar og fyritøkur úr ES-limalondum og øðrum atknýttum londum.

Granskingarráðið hýsir NCP-skipanini, sum er kravdur partur av samstarvinum.

Les meira um Horizon 2020 her 

Les um føroyskar verkætlanir, sum fáa stuðul frá Horizon 2020 her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo