Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Nú Rigmor Dam leggur frá sær, kunnu vit líta aftur á eina rúgvu av avrikum á mentanarøkinum, sum hon hevur framt, síðan løgmaður hin 15. septembur í 2015 tilnevndi hana sum landsstýriskvinnu.

Við einum brennandi ynski um at tryggja øllum javnbjóðis møguleikar at vinna sær eydnuna, hevur hon virkað fyri, at vit millum annað hava fingið 15 nýggjar førleikagevandi útbúgvingar kring landið, og at viðurskiftini hjá føroyskum listafólkum eru batnað munandi. 

Úr avriksrúgvuni kunnu vit til dømis nevna: 

• Mentanar- og listastuðulin er øktur

• Lestrarstuðulin hækkaður og lesandi á hægri útbúgving fáa lestrarstuðul alt árið

• Rættvísari kringvarpsgjald - ung og pensjónistar rinda munandi minni

• Fróðskaparsetrið munandi betri hølis- og fíggjarviðurskifti, Sjóvinnuhúsið

• Samfelagsfrøði nýggj lærugrein. Tilfar, námsætlan og skeið

• FHS, búskaparbreyt, námsfrøðilig hjálparfólkaútbúgving og Ítróttaháskúlin í Suðuroy

• Listaútbúgving á Setrinum/Sandoy

• Ferðavinnuútbúgving í Vestmanna

• Húsarhaldsskúli skal byggjast í Klaksvík

• Skjalasavn á Tvøroyri

• Háskúlarnir nógv betri umstøður

• Dagstovnaráð sett á stovn 

• Sernámsfrøðiligar serstovur eru stovnaðar í Suðuroy, Tórshavn, Vágum, Eysturoy og Norðoyggjum

• Barnabókaútgáva og Nám hægri játtan

• 2018 ár fyri málmenning hjá børnum - eitt nú Barnasangbók Føroya

• Námfrøðilig leiðsluútbúgving fyri skúlaleiðslur sett í verk og fyri dagstovnaleiðslur frá august 2019

• LISA og Tjóðsavnið skulu húsast í Hoydølum

• Viðurskiftini innan upphavsrættin komin í trygga legu, so listafólk fáa ta samsýning tey eiga

• UNESCO sáttmálin fyri verju av siðaarvi er settur í gildi í Føroyum

• Og mong, mong onnur avrik

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo