At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Innlendis ítróttur

2-2 móti Skotlandi í dag í EM-kappingini í talvi á Kreta var eitt vónbrot. Føroyingar vóru greiðir favorittar. Á øllum borðum høvdu okkara menn hægri styrkital, men eingin var kortini mentur at vinna. Tað endaði javnt á hvørjum borði. 

Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen komu í heldur óslættan sjógv, men bjargaðu sær úr ringasta vandanum. Helgi Dam Ziska og John Arni Nilssen tóktust báðir at hava munin, men ov lítið bit var kortini í støðunum, og endin var, at allar sigursroyndir vórðu til fánýtis. 

Í EM í Reykjavík fyri tveimum árum síðani vunnu Føroyar við sama liði sum í dag 3½-½ á einum betri skotskum liði enn í dag. Skotland er styrkismett sum hitt veikasta av teimum fjøruti liðunum á Kreta. Miðalstyrkitalið hjá skotum er 2288 móti 2392 hjá Føroyum.

Skotar hava sent eitt veikt lið til EM - telvarin á 1. borði er nummar 11 hjá Skotlandi. Dysturin í dag var tí eitt gylt høvi hjá Føroyum at vinna ein dyst í EM. Í EM-kappingini í 2015 vunnu Føroyar tveir dystir og telvaðu ein javnan.

Triðja umfar verður í morgin. Seinni í kvøld fæst at vita, hvat mótstøðuliðið verður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo