Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Tórshavnar Golffelag: Í góðveðrinum í dag varð árliga BANKNORDIK-kappingin leikt á golfvøllinum á Glyvursnesi.

Kappingin varð í høvuðsheitum skipað sum ein stableford-kapping við fullum handikappi. Tó vóru eisini aðrar smærri kappingar. BANKNORDIK hevur stuðlað kappingini við vinningum. Eisini skipaði bankin fyri, at Anja Rein kom út á Glyvurnes at handa vinningarnar.

Unga stjørnuskotið, Jens Guttesen, var tann stóri vinnarin í dag.

Í Stableford-kappingini vóru bestu úrslitini hesi:
⦁    Jens Guttesen        42    stig
⦁    Rógvi K, Hansen     40    stig
⦁    Bjarne Jørgensen    39    stig

Í slagkappingini var ein vinnari:
    Jens Guttesen     84    sløg

Flest stableford-stig á fyrstu 9 holunum:
    Jens Guttesen     21    stig

Tað liðið, ið hevði flest stableford-stig í meðal:
    Jens Guttesen, Bjarne Jørgensen og Jógvan Amonsson

Eisini var kappast um at vera næst holinum á par 3 teigunum:
    Á holi 2/11    Rógvi K. Hansen    143    cm

Frá vinstru Rógvi K. Hansen, Jens Guttesen og Bjarne Jørgensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo