Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Fólkakirkjan: Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika Føroya. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.

Skrúðgongan er ein rík siðvenja. Myndin er talandi. Tann politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at vit fólkaræðisliga byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 7 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Jens Mortan Mortensen.

Jens Mortan tók við kallinum í Suðuroyar norðara prestagjaldi 1. februar 2012. Í prestagjaldinum eru tveir prestar, og Jens Mortan hevur sætið í Hvalba.

Hann er sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Hann er ættaður av Argjum og giftur við Nitu Næs, ið er ættað úr Hvalba.

- Vit ynskja Jens Mortani gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni ólavsøkudag, skrivar biskupur á heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo