Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Framsýningar

Foto: Birgir Kruse

Í gjárkvøldið endaði TÓFF Tórshavnar Filmfestivalur við sýningini "Før frosten" (Michael Noer 2018), sum Filmsfelagið og Filmshúsið skipaðu fyri í Havnar Bio.

Eftir sýningina skipaði Tina í Dali Wagner fyri Q & A, har høvuðsleikarin, Jesper Christensen, greiddi frá og svaraði spurningum úr fulsetta salinum.

At enda fekk hann gávu frá Maluni Fossá, sum var svørt ein butterfly og mansjettknappar úr føroyskari laksaskræðu. Tá danski krúnprinsurin fylti 50 ár, fekk hann líknandi gávu frá Førya Løgtingi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo