Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Framsýningar

BirkBloggur: Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur, fer at innleiða sýningina Paterson í Filmsfelagnum mikudagin 1. februar í 2017. Orsøkin er, at Oddfríður hevur týtt yrkingar, hjá amerikanska Ron Padgett (f.1942), sum bussførarin í nýggja amerikanska filminum Paterson sigur og skrivar.

Oddfríður hevur eisini havt Ron Padget á vitjan í Føroyum, tá Listastevna Føroya varð hildin í Norðurlandahúsinum og kring landið.

- Eitt ummæli um filmin "Paterson" er eisini í blogginum...

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo