Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Føroyski landsliðsspælarin Jóan Símun Edmundsson er so smátt komin í gongd aftur í Bundesligu 2, eftir at ein knæskaði helt honum uttanfyri ímóti endanum av kalendaraárinum 2018.

Mitt í viku skjeyt hann málið til 2-3 í 4-3 útisigrinum ímóti Dynamo Dresden, og í dag spældi hann 54 minuttir av heimadystinum ímóti oddaliðnum Hamburger SV.

Arminia Bielefeld vann dystin 2-0.

Jóan Símun leikti nærum allan dystin ímóti Dresden og varð ikki skiftur út fyrr enn í 93. minutti - av taktiskum ávum, væl at merkja.

Men í dag mátti hann fara av vøllinum vegna skaða.

Skaðin er tó ikki álvarsligur.

- Tað er einki álvarsligt og vænti at spæla aftur komandi dyst. Eg fekk bara ikki hita í lærið, sigur Jóan Símun Edmundsson við tíðindamiðilin In.fo.

Bielefeld liggur nú á 11. plássi í Bundesligu 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo