At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Fríggjadagin verður hugnaligt tiltak á Leynasandi, har Kvívíkar kommuna skipar fyri jóansøkubáli.

Á skránni verður nógv undirhald til børn og vaksin, umframt undirhald verður eisini hitapottar, bál o.a.

Ásbjørn kemur at gykla, Lea Kampman syngur, Jákup Veyhe kemur at siga nøkur orð, og eisini kemur Danny Baldvinson at syngja. Kvøldið endar við felagssangi.

Tiltakið var fyrstu ferð í fjør og eydnaðist hetta rættuliga væl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo