Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Tiltøk

Tórshavnar kommuna er við á Jobmatch og skipar í ár eisini fyri tiltakinum JobKaffi. Kommunan bjóðar lesandi til fundar, og leiðslan í kommununi fer saman við umboðum fyri fakbólkar á ymisku økjunum at práta við tey lesandi.

Tórshavnar kommuna vil við JobKaffi geva lesandi betri innlit í gerandisdagin og avbjóðingarnar á fakøkjunum hjá kommununi. Talan er um 6 ymiskar fundir, og skráin fyri JobKaffi sær soleiðis út: 

Skráin:
Kl: 13: 30: Børn og Ung
Kl: 14: 30 Umhvørvið
Kl. 15: 30 Býarskipan og fakligi gerandisdagurin
Kl: 16: 30 Miðfyrisitingin (Løgfrøði, HR, KT og Búskapur)
Kl. 17: 30 Heilsu- og umsorganartænastan
Kl. 18: 15 Hugskotið um Vakstrarhjólið

Opið verður frá kl. 13 til 19. Tórshavnar kommuna hevur bás nr. 1, sum er vinstrumegin í forhøllini.

Fundarborðið til JobKaffi er sett upp aftan fyri básin hjá Tórshavnar kommunu. Tað ber til at lesa meira um Jobmatch og at finna leys størv á okkara síðu á Facebook.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo