Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Vinna

Talið á arbeiðsgevarum, sum luttaka á Jobmatch starvsstevnuni komandi hósdag, er meira enn tvífaldað uppá 6 ár, siga fyriskipararnir av Jobmatch í einum tíðindaskrivi í dag.

- Í 2011 luttóku 22, og í ár er talið komið uppá 52. Hetta er ein greið ábending um, at føroyskar fyritøkur og stovnar hava alsamt størri áhuga í at koma í samband við komandi starvsfólk, sigur Katrin I. Gregersen, samskipari av Jobmatch.

Fyriskipararnir greiða frá, at á hvørjum ári verða eftirmetingar gjørdar. Hesar vísa, at umleið 1/3 av luttakandi arbeiðsgevarum hava ítøkilig størv at bjóða teim vitjandi á Jobmatch. Harumframt sigur meira enn helmingurin, at tær luttaka fyri at koma  í samband við lesandi, sum vilja skriva uppgávur ella koma í starvsvenjing.

Eftirmetingin vísir eisini, at meira enn 60 vitjandi fingu bjóða eitt ítøkiligt starv ella uppgávu á Jobmatch í fjør.

Starvsstevnan verður í Norðurlandahúsinum hósdagin 28. desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo