Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Tiltøk

Í dag byrjar Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og tað verður Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum fer at seta starvstevnuna.

Í ár luttaka íalt 61 fyritøkur, kommunalir og almennir stovanar, og tað er tað mesta nakrantíð.

Høvuðssponsorar á Jobmatch 2018 eru Bakkafrost og Tórshavnar kommuna. Á starvsstevnuni verða eisini fyrilestrar frá fleiri av teimum, sum hava bás á Jobmatch. Til ber at kunna seg um skránna á jobmatch.fo

Dyrnar lata upp kl. 13, og setanin verður kl. 13:15. Tað er ókeypis at vitja Jobmatch, og starvstevnan er opin til kl. 19 í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo