Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Útvarpið tosaði við allar tríggjar formenninar nú klokkan 18, og vóru allir samdir um, at eitt samgonguskjal verður klárt heilt skjótt.

Allir vóru teir samdir um, at samráðingarnar høvdu gingið væl, men at tað hava verið onkrar nøtir at knekka, sum tikið hevur verið til, og tá ið útvarpsmaðurin spurdi Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum, um fiskivinnuna, segði Jørgen Niclasen, at nýggja fiskivinnu lóggávan er ein sugga við nógvum ingrediensum í, og tað hevur tikið sína tíð, at fáa allar flokkarnar samdar um orðingar í tí sambandinum.

Samráðingarleiðarin Bárður á Steig Nielsen, segði, at nú verður samgonguskjalið fínpussað, men hann vildi ikki seta nakra tíð á, nær tað er klárt.

- Samgonguskjalið verður klárt heilt skjótt, segði hann.

Eisini formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, er nøgdur við samráðingarnar, sum hava verið millum flokkarnar, og tá ið spurningurin kom til etisku málini, segði hann, at eingin fór at verða svikin av tí.

- Vit hava havt eitt gott samstarv, og tað sær ljóst út í løtuni, svaraði Jenis av Rana, tá ið hann var spurdur, um vit fóru at fáa eina nýggja samgongu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo