Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Politikkur

Jørgen Niclasen á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum: - Umhvørvið fyllir nógv í orðaskiftinum, men samgongan ger beint tað mótsatta. Vit skulu verða grøn í 2030, sigur samgongan. Men á teirra vakt eru vit blivin svartari enn nakrantíð.

- Á landi hevur samgongan vælsignað íløgur í nýggjar oljumotorar á Sundi, meðan ongin grøn orka er skapt.

- Størsta útlátið er í fiskiflotanum, men har hevur fiskivinnan fingið ómøguligar umstøður og okursavgjald, so nýíløgur eru ómøguligar.

- Eg kann nevna eitt dømi. Um uppisjóvarflotin fekk møguleika at endurnýggja seg, so brúkar eitt nýtt uppisjóvarskip uml. 60% minni av olju til sama virksemi, sum eitt 20 ára gamalt ger. Men samgongan lensar allan peningin úr vinnuni, so nýíløgur eru ómøguligar.

- Tilfeingisskatturin eigur at verða tann sami, sum skatturin, vit hava ásett fyri oljuútvinning við Føroyar, tvs. at eykaskattur verður álagdur, tá íløgur er rindaðar fult aftur. Tá verða tey lønt, sum fremja nýíløgur, meðan tey verða eykaskattað, tá íløgan er goldin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo